Nám er fremsti veitari til føroyska skúlaverkið, tá ið tað viðvíkur undirvísingartilfari. Útgávurnar eru til fólkaskúlan og miðnám, men talan er eisini um útgávur, sum hava breiðan almennan áhuga, so sum bókmentasøga og atlas.
Útgávur okkara eru grundaðar á fólkaskúlalógina, náms- og lesiætlanir og tey rák, sum eru á økinum, so at føroyskt undirvísingartilfar kann vera í fremstu røð.
Høvuðsvirkisøkini hava seinnu árini verið føroyskt, heimstaðarlæra, náttúra og tøkni, alis- og evnafrøði, søga, landalæra, enskt, lívfrøði, kristni og rokning til fólkaskúlan. Hetta arbeiðið heldur fram saman við nýggjum verkætlanum í serliga søgu og landalæru til fólkaskúlan og føroyskum til miðnám.
Høvðusútgávuvirksemið í Námi er skipað í Bókatoyminum. Á talgilda økinum arbeiðir Snar-toymið við egnum útgávum og verkætlanum saman við Bókatoyminum
.
You use a preventer inhaler every day to reduce the inflammation and sensitivity of your airways, which stops your symptoms occurring. It's important to use it even when you do not have symptoms. Combination inhalers are used every day to help stop symptoms occurring and provide long-lasting relief if they do occur.
https://asthma-inhalers-review.com/ventolin-inhaler
https://asthma-inhalers-review.com
Nýggjastu útgávur
Súlubók 7 - Gásin og nósin
Ætlanin við Súlubók 7 er, at næmingurin í teksti kann venja teir bókstavir, hann hevur lært.
Orðatilfarið er avmarkað, og tað eru nógvar endurtøkur. Myndirnar í bókini eru…
Støddfrøði 7 - Grundbók
Støddfrøði til hádeild fólkaskúlansStøddfrøði 7 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.
Støddfrøði 7fevnir um:
- Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin vendir…
"Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í…
"Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í…
Ítróttur og heilsa C
ástøði í verkiÍtróttur og heilsa C - ástøði í verki er ein grundbók til undirvísing í lærugreinini ítróttur og heilsa á miðnámi. Bókin tekur støði í, at lærugreinin fyrst og fremst er verklig. Kropsligu venjingarnar og spølini eru samantvinnað við ástøðiliga partin. Bókin leggur…
Nem í sætta - Næmingabók
NæmingabókBókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:
- At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum og nýggjum sjónarhornum.
- Í…
Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.
Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið umsett úr enskum við støði í kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta…
Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og søguliga í Føroyum. Stuttu søgurnar eru persónligar hendingar, sum hava sett…
Ætlanin við tilfarinum HetjaFO er at geva næmingunum ástøðiliga og empiriska vitan um sálarfrøðiligar faktorar, sum ávirka, hvussu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum. Bæði tá ið vit fremja hetjugerðir, og tá ið vit skaða hvønn annan ella bara lata standa til. Fyri at røkka…
Føroysk mállæra 3
LjóðlæraHenda bókin er triðja bind í røðini Føroysk mállæra 1-3, har fyrsta bind er um kyn, orðmyndan og bending, og annað bind um syntaks. Bókin er sett fram soleiðis, at tað ikki er neyðugt hjá lesaranum at hava stórvegis teoretiskan kunnleika um málvísindi. Hon…
Uppskriftir í handarbeiði
NetútgávaPDF-skjøl við uppskriftum í handarbeiði. M.a. kanst tú binda ein bólt, gera ein breyðserviett, brodera eitt bókamerki og gera eina sloyfu.
Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini.
At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er grundarsteinurin í bókunum hjá Lindu. Hey Ruby er fyrsta bók í røðíni, og hóast…
Myndlist til øll
AvritabókHetta er ein avritabók.
Tilfarið er hugsað sum ískoytistilfar til einstaka næmingin, men uppgávurnar kunnu lættliga verða nýttar sum upprit til undirvísingina ella sum beinleiðis partur av arbeiðinum í myndlist.
Tilfarið kann eisini stuðla…
Myndlistabókin er ætlað sum íblástur til lærarar, sum undirvísa í myndlist í miðdeild. Bókin inniheldur ymisk hugskot til undirvísing í myndlist í miðdeildini, hóast nøkur av hugskotunum kunnu nýtast til eldri flokkar, og onnur kunnu nýtast í yngru flokkunum.
Bókin…
Rokning 6b - Grundbók
Støddfrøði til fólkaskúlanRokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:
- Grundbók a, b …
Rokning 6a - Grundbók
Støddfrøði til fólkaskúlanRokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:
- Grundbók a, b …
Tú ert hetja mín!
Hvussu børn kunnu berjast ímóti covid-19Málbólkur: børn 6-11 ár
“Tú ert hetja mín” er ein søga fyri børn í øllum heiminum, sum eru ávirkað av COVID-19 farsóttini.
Foreldur, umsorganarfólk ella lærarar eiga at lesa bókina “Tú ert hetja mín” saman við barninum ella einum
bólki av børnum. Mælt…
Sýni & Dýpi 3 er triðja sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað 3. ári í 3 ára A-stigi. Sýni og Dýpi 3 er upprunaliga givin út sum sBók, og alt, sum er í sBókini, er ikki við í pappírsútgávuni.
Bókin er í tveimum pørtum. Í fyrra…Føroysk mállæra 2
Grunddrøg í føroyskari syntaksHetta er annað bind í røðini Føroysk mállæra.
Syntaks er læran um reglurnar fyri, hvussu orð verða sett saman til setningar og tann bygnað, setningarnir hava, og er eisini um orðaraðið í setningunum.
Bókin tekur fram grundleggjandi drøg við…
Finka - Ljóð- og mállæra
Føroyskt til annan flokkLjóð- og mállærubók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".
Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini saman við lesibókini, men hevur ikki tilvísingar til lesibókina. Í ljóð- og mállærubókini eru ljóð- og mállæruuppgávur.
…Finka - Næmingabók
Føroyskt til annan flokkFinka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum -…
Norð
talgild útgávaNorð er ein samvirkin bók.
Frásøgan handlar um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags norðurlendsku søguna, sum er bundin saman við mentan og máli.
14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar…
“Samfelagið - eg og vit øll” er næmingabók í Samfelagsfrøði í 9. flokki.
Samfelagið – og vit er býtt upp í 5 partar. Bókin fevnir um hesi evni:
- Mentan og tilflyting
- Kærleiki og kynslív
- Mannarættindi og hugsjónir
- Búskapur – meiri…
Føroysk mállæra 1
Kyn, orðmyndan og bendingFøroysk mállæra 1 viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst, at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi.
Annar partur viðger orðmyndan. Har verður í høvuðsheitinum hugt at samansetingum og avleiðslum, og hetta er fyrsta ferðin, at hesi evnini…
Sálarfrøði - pBók
Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøðiSálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði lýsir sálarfrøði sum vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og…
Í hesi bók, ið er ætlað børnum í barnagarðsaldri, verður dentur lagdur á at skilja hugtøk og tøl. Børn í barnagarðsaldri læra fyrst og fremst við at spæla spøl, har tey kunnu gera vart við seg, luttaka og vera skapandi. Tá ið arbeitt verður við at fáa barnið at skilja støddir…
Henda bók er framhald av bókini Í Tallandi 1. Bókin er ætlað børnum í barnagarðsaldri, og á sama hátt sum í tí fyrru bókini verður dentur lagdur á fatan av hugtøkum og tølum. Harafturat verður roknað við, at dentur verður lagdur á veruligt arbeiði og kjak, og at børnini kunnu…
Rokning 5b - Grundbók
Støddfrøði til fólkaskúlanRokning 5b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 5 eru:
- Grundbók a, b …
Nem mál í fimta
MállærubókMállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fimta.
Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.
Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Kalt niður eftir bakinum, Sansa lýrikkin,…
Worlds of English er tekstasavn hóskandi frá C stigi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í…
Súlan - Ása og Ró lita - Mín lesibók 3
Mín lesibók 3Mín lesibók 1-17 eru smáar lesibøkur, ætlaðar at venja avkodingina og sambandið millum bókstav og ljóð. Endamálið er, at børnini gerast tryggir avkodarar, so at tey megna at lesa vanligan tekst.
Bøkurnar eru skrivaðar við avmarkaðum tali av bókstavum, í fyrstu bókini…































